top of page
Search
vigdis80

Fult teknað til fyrstu barnabólkaútbúgvingina í Føroyum!

Á hvørjum ári, eru tað áleið 100 fakfólk, sum nema sær ”børnegruppe uddannelsen” hjá Center for familieudvikling í Danmark, og eru tað fleiri føroyingar, ið hava ferðast til Danmarkar at taka hesa útbúgving. Tó eru tað eisini fleiri, ið hava eftirspurt hesa útbúgving í Føroyum, og fegnast vit tí um, at hettar nú er møguligt.


Tað góða sambandið ímillum Center for familieudvikling og MEA -húsið fyri familjumenning, hevur havt við sær, at 30 fakfólk, sum arbeiða við børnum í skúlaaldri, í døgunum 28. – 31. mai, kunnu savnast til eitt fult teknað skeið í Føroyum. Tað eru løggildu sálarfrøðingarnir Else Marie Schmidt Andersen og Sinne Pedersen, sum undirvísa á barnabólkaútbúgvingini.


Else Marie, hevur starvast hjá Center for familieudvikling síðani 2014. Har hevur hon verið fastur undirvísari á ymisku útbúgvingunum, m.a. á barnabólkaútbúgvingini. Eisini hevur hon skrivað kendu bøkurnar ’Albert er skilt’ og ’Min skilte familie’, sum skulu lætta um samrøðuna millum vaksin og børn, um evnir ið børn kunnu hava trupult við at seta orð á.

Sinne, hevur starvast hjá Center for familieudvikling síðani 2021, har hon nú saman við Else Marie, stendur fyri undirvísingini á barnabólkaútbúgvingini.


Útbúgvingin er ætlað fakfólki, sum á ein ella annan hátt arbeiða innan økir, har tey koma í samband við børn í skúlaaldri. Útbúgvingin gevur fakfólki førleikar at leiða samrøðubólkar við børn og ung, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt.


Vit gleða okkum at fáa 30 nýggjar barnabólkaleiðarar í Føroyum í næstum.

26 views0 comments

Commentaires


bottom of page